Lógir felagsins

 

 

 

 

Konsertárið 2008/09

 

Konsertárið 2007/08

 

Konsertárið  2006/07

 

Konsertárið 2005/06

 

Konsertárið 2004/05

 

 

 

Nevnd:

Jakku Heinesen

Helga Gerðalíð

Ann Mari Hentze

Beinta Háberg Jacobsen

Anna Hudepohl

 

 

 

 

Um Konsertfelagið

 

 

 

Konsertfelagið varð stovnað í 1979.

 

Konsertfelag er ikki nakað ókent fyrbrigdi í Føroyum. Vit vita um Thorshavns Koncertforening, sum longu í 1890'unum var virkið.

 

Konsertvirksemi hevur verið javnan, hetta hóast ljóðføri ikki vóru í gerandiskostur tá á døgum.

 

Vit kenna tað úr bókum Williams, har ið konsertirnar oftani fáa ein dám av tí stóru verð og har ið lokalu tónleikararnir oftani  verða hálovaðir sum komandi heimsstjørnur av  ummælandi blaðstjóranum.

 

Orfeus í "Glataðu Spælimonnunum" traðkar úr hesum ørlítla heimi, við at fara út í stóru verð at fáa sær lærdóm, at menna seg. 

 

Musikkskúlin gevur frálæru á høgum stigi, vælútbúnir tónleikarar og tónleikalærarar koma heim, búsetast og virka á proffessionellum støði. 

 

Her er talan um fólk, ið hava nomið sær kunnleika í stóru tónleikametropolunum.

 

Áhoyrarafjøldin er vorðin forkelað. Tiltøkini eru nógv, dygdin er alsamt vaksandi á unga ættarliðunum.

 

Jú, sanniliga kann sigast at tónleikinum er lív lagað.

 

Konsertfelagið er enn ein liður í hesi menning.

 

Tað var tilflytarin Volker Immanuel  Behrens, ið saman við øðrum góðum kreftum, tók stig til at seta núverandi Konsertfelag á stovn.

 

Við deyða Volkers var ein Minnisgrunnur settur á stovn. Hesin hevur sum endamál, at stuðla ungum tónleikarum, ið nema sær ella hava nomið sær útbúgving innan tónleik.

Henda grunn umsitur Konsertfelagið.


Endamál Konsertfelagsins er at geva fólki upplivingar við kamartónleiki.


Konsertfelagið hevur í síni livitíð, staðið fyri hópin av konserttiltøkum, bæði við kendum nøvnum og við okkara fremstu føroyskum tónleikarum.

 

 

 

 

Konsertfelagið © 2010 •