
Trio Ir Shalem, Jerusalem
Yuri Gluhovsky, Alexander Sinelnikov, Gabriela Talroze.
Tónleikararnir í hesi trioini vóru allir sera væl kendir í sínum heimlondum, áðrenn teir fluttu til Ísrael. Afturat at spæla í trio virka teir allir sum solistar bæði í Ísrael og aðrastaðni. Trioin var stovnað í 1993 og hevur síðan tá regluliga havt konsertir í Ísrael og í øðrum londum. Repertoirið er stórt frá Haydn, Mozart, Rachmaninov, Ravel, Tchaikovsky, Shostakovich til nútímans ísraelskan tónleik. Í 2004 fekk trioin prísin “Benyamini” og apríl 2004 hevði hon konsert í París.
Limirnir í trio Is Shalem
Yuri Gluhovsky er føddur og uppvaksin í Ukraine. Hann hevur útbúgving frá musikkonservatoriinum í Gorki og varð aftaná lokna útbúgving lærari sama stað. Hann hevur spælt sum solistur við fleiri orkestrum. Hann vann sum solistur eina nationala tónleikarakapping í Ruslandi í 1989 og í 1990 sum fyrsti violinistur í einari strúkikvartet. Hann kom til Ísrael í 1991 og hevur síðan framført sum solistur og sum kamartónleikari í Ísrael og aðrastaðni. Síðan 2004 hevur hann verið konsertmeistari í Jerusalem Symfoniorkestrinum.
Alexander Sinelnikov hevur eina PhD-grad í framførslu á sello frá Rimsky-Korsakov Muskkonservatoriinum í St. Petersburg. Hann var eisini lærari sama stað og limur í Philharmoniska Orkestrinum í St. Petersburg. Hann kom til Ísrael í 1990, varð limur í kamarorkestrinum “Solanei ha Galil” (Galelei Solistarnir) og nøkur ár seinni í Ísraelska Camerata Orkestrinum í Jerusalem sum ein av 1. cellospælarunum. Hann hevur ferðast um alt Ísrael bæði sum orkesturleikari og sum solistur.
Gabriela Talroze – fekk prógv frá Rimsky-Korsakov Akademiinum í tónleiki í St. Petersburg. Aftaná próvtøkuna varð hon læarari sama stað. Áðrenn hon immigreraði til Ísrael í 1990, hevði Gabriela framført við Filharmoniska Orkestrinum í St. Petersborg. Í Ísrael hevur hon spælt saman við Jerusalem Symfoniorkestrinum og í ymiskum kamarorkestrum. Gabriela gevur frálæru í klaver og kamartónleiki á Musikkonservatoriinum í Jerusalem.
Konsertirnar verða hesar
Sunnudagin 10. januar kl. 16 í Klingruni í Norðurlandahúsinum
Týsdagin 12. janur kl. 19 konsert í Mentunnarhúsinum í Fuglafirði
Skúlakonsertir:
Mánadagin 11. januar í Kommunuskúlanum í Havn
Týsdagin 12. januar á skúlanum á Ziskatrøð í Klaksvík
Skrá til konsertina í Norðurlandahúsinum sunnudagin
Allegro - Andante cantabile - Allegro
Preludio - Loure - Gavotte - Menuet - Bouree
Allegro energico - Presto non assai - Andante gracioso - Allegro molto
Harafturat aðrar skráir til aðrar konsertir, sum Trio Ir Shalam fer at hava