Jólamatiné verður í Havnar kirkju leygardagin 19. desembur kl. 11.30

Tann 19 des. í ár eru 30 ár liðin síðan Konsertfelagið var sett á stovn og hevði sína fyrstu konsert. Henda merkisdag ætla vit at feira við fyrst jólamatiné í Havnar kirkju og síðan við reseptión í Perluni.

Í kirkjuni syngur Tórshavnar Manskór undir leiðslu av Bjarna Restorf. Peter H. Niclasen fer at syngja við undirspæli frá gittarleikaranum Ólavi Jakobsen. Kenneth Jones og Jens Mortan Mortensen fara at spæla verk fyri trompet og urgu og sangarinnan Ursula Bambuch fer at syngja.

Í Perluni fara vit at borðreiða við onkrum løttum til matna. Røður og tónleikur vera sjálvandi eisini. Vit hava boðið mentamálaráðharranum og borgarstjóranum at koma og strúkikvartet og messingkvintet fara at spæla. Kanska eisini onkur av teimum, sum vóru við til at stovna Konsertfelagið á sinni eisini sigur nøkur orð og so fara vit eisini at avdúka nýggja búðmerkið, sum Torkil Johannesen hevur teknað.