
Kendi ungverski floytusnillingurin András Adorján vitjar í apríl 2009. Við sær hevur hann klaverleikaran Tove Lønskov, ið man vera ein hin royndasti og best umtóktu í Danmark.

András Adorján
András Adorján er føddur í Budapest og uppvaksin í Keypmannahavn. Síðan 1974 hevur hann búð í München. Samstundis sum hann las til tannlækna spældi han floytu hjá kenda floytuspælaranum Jean-Pierre Rampal. Hann hevur fingið fleiri virðislønir fyri spæla sítt, millum annað Jacob-Gade-virðislønina í 1968.
Í miðlunum er Adorján nevndur fyri at vera ein tann besti floytuspælari í sínari generatión. Hann hevur verið solistur í symfoniorkestrum í Stockholm, Köln, Baden-Baden og München. Hann varð í 1978 settur sum professari í Musikhochschule i Köln og undervísir síðan 1996 í Musikhochschule i München.
Adorján granskar og spælir ókend verk fyri floytu av m.a. Reinecke og Reger. Hesi verk ger hann kend við at spæla tey til konsertir og spæla tey inn á fløgu. Harafturat spælir hann eisini verk skrivað av komponistum úr okkara egnu tíð. Hann hevur spælt inn á fleiri enn 100 fløgur og CD’arar og fekk í 1988 „Preis der Deutschen Schallplattenkritik“ fyri hesar.

Tove Lønskov
Tove Lønskov fekk útbúgving sína á Jyska Musikkonservatoriinum í Århus har m.a. Georg Vasarhelyi var lærari hennara. Hon hevur eisini studerað í Paris og í Rom og hjá kenda klaverleikaranum Wilhelm Kempff.
Hon var í fleiri ár lærari á Nordjysk Musikkonservatorium, men hevur síðan 1981 givið frálæru á Kgl. Danska Musikkonservatoriinum í Keypmannahavn. Sostatt hevur hon verið lærari hjá nógvum av teim ungu donsku klaverleikarunum. Eisini hevur hon hildið masterclassar í Italien, Noregi, Schweiz og Argentina.
Samstundis sum hon hevur undirvíst, hevur hon virkað nógv sum konsertpianistur – bæði solistur, kamartónleikari og akkompagnatørur. Hon hevur spælt saman við donskum symfoniorkestrum og hevur spælt klaver-duo saman við manni sínum pianistinum Rodolfo Llambias. Tey bæði hava spælt til konsertir nógva staðni í verðini, spælt inn fleiri fløgur og hava eisini fingið virðislønir fyri teirra samanspæl.
Sum akkompagnatørur hevur Tove Lønskov spælt saman við kendum solistum sum Leonid Kogan, Jean Pierre Rampal og nú eisini András Adorján.
Sostatt er tað tveir framúr góðu tónleikarar, sum fara at hava konsertir í Fuglafirði og Havn.
Eisini fara teir at hava verkskeið við næmingum á Musikkskúlanum:
Konsertir verða hesar:
Mentanarhúsið í Fuglafirði, hósdagin 2. april 2009 kl. 20
Nordurlandahusið, leygardagin 4. april 2009 kl. 16
Skrá
Béla Bartók / Paul Arma Suite paysanne hongroise (1952)
(1881-1945) (1905-1987) Chant populaires tristes – Scherzo – Vieilles danses
Antal Doráti Duo concertante (1983)
(1906-1988) Libero, rubatissimo – Molto vivace
Franz Doppler Fantaisie pastorale hongroise,
(1821-1883) opus 26 (1874)
(1774-1842) Andante - Allegretto
Vagn Holmboe Sonatina Capricciosa, opus 27/2 (1942)
(1909-1996) Allegretto grazioso – Poco lento– Allegretto giocoso
(1786-1832) Allegro con passione – Scherzo, Allegro assai –
Adagio – Rondo, Allegro poco agitato

Bjørn Steinar Sólbergsson gekk á Tónlistarskúlanum á Akranesi og Tónlistarskúla Kirkjunnar í Reykjavík. Millum lærarar hansara vóru Haukur Guðlaugsson og Fríða Lárusdóttir. Hann lærdi víðari í Italien hjá James E. Gøettsche og í Frankaríki við Conservatoire National de Region de Rueil Malmaison hjá Susan Landale, har hann tók solistprógv í orgulspæli (Prix de virtuosité) í 1986.
Hann var í starvi sum organistur við kirkjuna í Akureyri í 20 ár, har hann miðvíst bygdi upp tónlistalívið við kirkjuna.
Á heysti 2006 var Bjørn Steinar settur sum organistur við Hallgrímskirkjuna í Reykjavík. Sama árið var hann settur skúlastjóri við Tónskóla Kirkjunnar, har hann eisini undirvísir í orgulspæli.
Bjørn Steinar hevur spælt nógvar solokonsertir á Íslandi og uttanlanda og spælt solo við Sinfoniuhljómsveit Íslands, Kammerhljómsveit Akureyrar, Sinfoniuhljómsveit Norðurlands og The Cleveland Institute of Music Orchestra.
Hann hevur gjørt fleiri upptøkur fyri útvarp og sjonvarp og á CD, m.a. øll orgulstykkini hjá Páll Ísólfsson.
Bjørn Steinar fekk Menningarverðlaun DV 1999, Íslensku bjartsýnisverðlaunin 2001 og var valdur sum Listamaður Akureyrar 2002.
Skrá
Felix Mendelssohn-Bartholdy 1809-1847
Sonata nr. II í c-moll
Grave: Adagio
Allegro maestoso et vivace
Fuga: Allegro moderato
Páll Ísólfsson 1893-1974
Intermezzo úr „þremur píanóstykkjun" Arr. Björn Steinar Sólbergsson
Ostinato et fughetta
Olivier Messiaen 1908-1992
La Nativité du Seigneur – Føðing Frelsarans
Les Bergers – Hirðarnir
Le Verbe – Orðið
Les Anges – Einglarnir
Les Mages – Vísmenninir
Dieu parmi nous - Guð millum okkum
Konsertirnar við Bjørn Steinar verða hesar:
Fuglafjarðar Kirkju leygardagin 7. februar kl. 16
Vesturkirkjuni sunnudagin 8. februar kl. 16
Um skránna
Felix Mendelssohn-Bartholdy var føddur í Hamburg í Týsklandi 1809 og eru tí 200 ár liðin frá hansara føðing og verður hetta hátíðarhildið í nógvum londum kring heimin.
Hann skrivaði sera nógvan og fjølbroyttan tónleik. Tað er eisini honum fyri at takka, at tónleikurin hjá Johann Sebastian Bach kom fram aftur, men hann skipaði fyri framførslum av hansara tónleiki, sum tá hevði verið gloymdur síðani Bach doyði.
Tær 6 sonaturnar fyri orgul eru millum tey síðstu verkini Mendelssohn skrivaði (1844-45) og tær eiga eitt týdningarmikið pláss millum tónleikin, sum er skrivaður fyri orgul.
Pall Ísólfsson er ein av teimum, sum hava havt størsta ávirkan innan klassiskan tónleik á Íslandi. Han lærdi í Leipzig í Týsklandi og arbeiddi har eitt ár sum organistur við Thomasarkuirkjuna í Leipzig. Heimafturkomin til Íslands fekk hann stóran leiklut í íslendsku tónlistarlívinum, m.a. var hann skúlastjóri við Tónlistarskólann í Reykjavík og organistur við Dónkirkjuna. Hann skrivaði trý stór orgulstykki, tað seinasta var Ostinato og Fughetta og hetta ognaði hann til Páll Kr. Pálsson, sum var organistur við kirkjuna í Hafnarfirði.
La Nativité du Seigneur, “Frelsarans Føðing”, er uttan iva tað kendasta og mest spæla stykki, sum Olivier Messiaen skrivaði fyri orgul. Sum navnið sigur, handlar tað um tað sum hendi á jólum og Messiaen ognaði tað serliga til Mariu Guðsmóður. Stykkið er nýggju meditationir og vit fáa høvi at kenna gomul minni um gleðiboðskap jólanna.; Maria syngur vøgguvisu fyri tí nýfødda Jesubarninum, gleðisongur einglanna – himmalsku herskaranna, gleðin hjá hirðunum, sum dansa og spæla á pípur, kamelafylgið hjá teim vísu monnum fer spakuliga fram í náttarmyrkrinum og fylgir Betlehemsstjørnuni og ærufrykt vísmannanna, tá teir boyggja seg fyri tí nýfødda frelsaranum. Men samstundis eru eisini djúpar teologiskar hugsanir, sum í satsunum; Lyfti, Orðið, Jesus kemur til sættis við líðingina, og Børn Guðs.
Stykkið var skrivað í Grenoble 1934 oger eitt ávíst vendipunkt í lívi Messiaen sum komponistur. Hetta var nógv tað longsta orgulverk hansara fram til hetta og har kom hann fram við nøkrum nýggjum, sum skuldi geva honum eina serliga støðu millum tónaskøld. Á konsertunum her í Føroyum hoyra vit 5 satsir úr hesum verki.
Hirðarnir
Lukas 2.16 og 20
-citat-
Byrjanin er sein. Vit síggja hirðarnar fyri okkum, har teir boyggja knø framman fyri Jesubarninum og uttanfyri skína stjørnurnar á himmalinum. Seinni reisast teir og fara út í hagan, meðan teir dansa og spæla á floytu.
Sálm. 2,7. Johannus 1,1
-citat
Miðjan í verkinum og grundarsteinurin í jólaboðskapinum –Orðið var hjá Guði og Orðið var Guð.
Einglarnir
Lukas 2,13-14
-citat
Fyrsti gleðisongur jólanna, Gloria in excelsis, sungin av einglunum.
Vísmennirnir
Matt. 2,9
-citat
Hátignarligt kamelafylgi gongur seint gjøgnum oyðimørkina. Tað er nátt og stjørnurnar glampa, men bjartast skínur stjørnan, sum skal leiða teir til Betlehem.
Guð ímillum okkum
Siraksbók 24,9-10. Joh. 1,14. Lukas 1,46-47
-citat
Henda hugleiðing (meditation) er í trimum pørtum.
KONSERT VIÐ MYNDASÝNING
Konsertfelagið skipar í januar fyri tveimum konsertum við einum heilt serstøkum verki, sum Frits Johannessen, listamálari úr Fuglafirði, í hesum døgum málar átta stórar oljumálningar til. Málningarnir verða sýndir fram saman við tónleikinum.
Ein dagin fyri nøkrum árum síðan fullu Frits Johannessen og klaverleikarin Jóhannes Andreasen í prát um ta gitnu “kvartettina til tíðarinnar enda”, sum franska tónaskaldið Olivier Messiaen skrivaði í týskari fangalegu undir seinna krígnum. Verkið er eitt av høvuðsverkunum innan klassiskan tónleik í 20. øld, og sum teir prátaðu, kom hugskotið heilt av sær sjálvum at sameina henda tónleikin við myndir. Tónleikurin er fyri violin, klarinett, sello og klaver, og tað verða framúr dugnaligir tónleikarar, ið fara at framføra hann. Amerikanski klarinettleikarin Lee Morgan er soloklarinett-leikari í Kongaliga Kapellinum í Keypmannhavn, pólski selloleikarin Andrzej Bauer er víðagitin solistur og undirvísir á konservatoriinum í Warshava, violinleikarin Øssur Bæk virkar burturav sum sololeikari, og klaverleikarin Jóhannes Andreasen undirvísir í føroysku musikkskúlaskipanini og hevur drúgvar royndir frá altjóða virksemi. Konsertin verður umleið ein tíma til longdar og verður spæld í Mentanarhúsinum í Fuglafirði og í Norðurlandahúsinum.
Olivier Messiaen (1908-1992) var trúgvandi katolikkur, og tónleikurin er skrivaður við íblástri úr 10. kapitli í Jóhannesar Opinbering, har vit lesa hetta brotið:
“Og eg sá annan veldigan eingil stíga oman av himni, sveipaðan í skýggi, og ælabogin var yvir høvdi hansara, og ásjón hansara var sum sólin, og føtur hansara sum eldstólpar.... og við høgra fóti stóð hann á havinum, og við vinstra fóti stóð hann á jørðini... Og eingilin, sum eg sá standa á havinum og á jørðini, lyfti upp síni høgru hond til himmalin, og svór við tann, sum livir um aldur og allar ævir, at tað ikki longur skal vera nøkur tíð, men í teimum døgum, tá ið rødd sjeynda eingilsins skal hoyrast, táið hann fer at basúna, tá skal eisini loyndardómur Guðs verða fullførdur.”
Messiaen hevur sjálvur greitt soleiðis frá, at tað var mangan svangligt í fangaleguni, og at hann var farin at droyma í litum. Hann droymdi um ælabogan og eingilin og um løgnar litir, sum mólu í klingur. Hann hevur eisini greitt frá, at kvartettin var framførd í Stalag VIII A tann 15. januar 1941. Tað var í fangaleguni í Gørlitz í Slesia í bítandi kulda. Stórkavi var. Teir 4 tónleikararnir spældu á ljóðføri sum vóru burturblakað. Selloin hjá Etienne Pasquier hevði bara tríggjar streingir og tangentarnir á klaverinum duttu illa niður og fingust ikki uppaftur. Messiaen sjálvur var ílatin ein illa skræddan grønan jakka og spældi í tuflum. Áhoyrararnir vóru úr øllum samfelagsstættum: prestar, læknar, smáborgarar, hermenn, verkamenn og bøndur.
Verkið hevur átta satsar. Hví átta ? Sambært Messiaen er orsøkin, at sjey er tað fullkomna talið, teir seks skapanardagarnir verða halgaðir av guddómliga sabbatsdegnum. Sjeyndi dagurin - hvílidagurin - verður longdur út í ævinleikan, áttanda dagin, sum hevur óforgeingiligt ljós og óbroytiligan frið.
Spennandi konsertirnar við myndasýning verða
22. januar kl. 20 í Mentanarhúsinum í Fuglafirði og
24. januar kl. 15.30 í Norðurlandahúsinum.
Jólamatiné 2008
leygardagin 20. desember kl. 11.30

Sum siður er verður eisini ár jólamatiné í Havnar Kirkju. Skráin er blanda og fjølbroytt.
Tónleikarar verða:
Tórshavnar Mannskór,
Dreingjakórið undir Brúnni
Berghild Poulsen
Maria Heinesen
Árni Hansen
Gudmund Mortensen


Fleiri tónleikabólkar hevur Steven tikið stig til. Ein av hesum var ein klaver-trio, ið vann fleiri heiðurslønir, t.d. “Tonkúnstlerwettbewerb Baden-Wúttenberg” og “Jugend musiziert”.
Við einari strúkikvartett, ið hann tó stig til, kom hann víða um, bæði í Týskalandi og aðrastaðir. Óteljandi konsertir og konsertferðir leikti Steven Walter við hesi kvartett.
Í 2002 vann Steven Walter kappingina í “State Youth” orkestrinum. Í fýra ár leikti hann har. Tvey tey seinastu árini sum solo-sellistur.
Í 2003 stovnaði hann “Meisterkonzerte der Jugend”, sum eydnaðist ógvuliga væl. Á hesum konsertum, framføra solistar og bólkar úr øllum Evropa, og tað eru bert tey allar bestu, ið sleppa at leika við. Endamálið við konsertunum er, at savna pening inn til eitthvørt gott endamál.
Hann gjørdist í 2004 assistentur hjá Ekkerhardt Hessenbruch, og har vann hann sær royndir sum lærari innan tónleikayrkið.
Somuleiðis luttók hann á fleiri meistaraskeiðum við heimskendum sellistum.
Í 2007 flutti hann til Norra. Hann byrjaði at taka tímar hjá Geir Tore Larsen, og helt hann fram hjá Bjørn Solum í “Barrat-Due Musikkinstitutt í Oslo”.
Steven Walter hevur eisini luttikið á fleiri fløguinnspælingum. Serstakliga upptøkurnar fyri NAXOS við “Oslo Camerata”, har Steven Walter leikti solo, hava vunnið frama.
Annars spælir hann sello í sera væl umtøktu “Olsen Piano Trio” sum er nógv umbiðin víða um í Evropa.
Steven WalterMikudag 12.november 2008 Norðurlandahúsið kl. 19.30
Fríggjadagin 14. novembur 2008 Haldarsvíkar Kirkju kl. 19.30
Til konsertirnar í kirkjunum er ókeypis atgonga.
Til konsertina í Norðurlandahúsinum fáast atgongumerki á 100 kr. við dyrnar ella á alnótini. Trýst her.
Skúlanæmingar hava ókeypis atgongd til konsertirnar.

Tey, ið manna henda bólk eru: Anna Marie S. Kristoffersen, upplestur/sangur,KarstenJørgensen, floytu og

Framúrskarandi tónleikarar úr Armeniu vitjaðu.
Í døgunum frá 17. til 19. september 2008 vitjaðu tey Konsertfelagið.
Serguei Azizian er proffessari á Kongaliga Danska Musikkonservatoriinum og konsertmeistari í Sjællands Symfoniorkestri.
Klaverleikarin Marianna Shirinyan er fastur limur í úrmælingabólkinum Esbjerg Ensemble.
Bæði eru tey nógv í umbúna sum tónleikarar og eru javnan á konsertferð saman.
Skrá teirra var sera forvitnislig við kendum verkum eftir Schubert, Ravel, Ysae, Debussy og armenska tónaskaldið Badadjanian.
Tey høvdu konsertir í ávikavíst Fuglafirði og í Havn.
Serguei Azizian
Marianna Shirinyan
Serguei hevði verkskeið við violin-næmingum á Tórshavnar Musikkskúla. Næmingarnir, ið framførdu fyri honum vóru: Grímur á Dul Mortensen, Ragnar F. Andreasen og Rebekka Blak
Ikki kann annað sigast annað, enn at føroyingar fingu eina tónleikaliga stóruppliving við hesum báðum framúrskarandi tónleikarum.
Spæl og framførsla teirra var í allar mátar stórfingin og samanspæl teirra var so lætt og líkatil, at fólk sótu sum á nálum.
At báðir tónleikarar eru úrmælingar á ljóðførum teirra, tað vistu vit. Samanspæl teirra var at rokna sum telepati úr aðrari verð. Tað var eitt stórt upplivilsi at uppliva.
Konsertir:
Mentanarhúsið í Fuglafirði hóskvøldið 18. september
Norðurlandahúsið fríggjadagin 19. september