FORSÍĐA     UM KONSERTFELAGIĐ     GRUNNUR VOLKER BEHRENS

 

Ummćli í Norđlýsinum

Konsert í Mentanarhúsinum í Fuglafirđi
Hóskvřldiđ, 8. novembur, var ein forvitnislig konsert í Mentanarhúsinum.
Jóhan Hentze spćldi trompet og Christopher Baxter klaver. Jóhan er av Kambsdali, sonur Ann Mari og Leiv Hentze. Hann er av góđum bergi brotin. Mamman og pápin eru so stak musikalsk, og rennur hesin arvur, sum Jóhan og beiggi hansara, Rúni, hava fingiđ, gjřgnum eina ljómandi trompet. Ungi bretin Christopher Baxter er úr Aberdeen, var komin komin hendan vegin at geva ljóđ saman viđ Jóhan. Konsertfelagiđ stílađi fyri. Monica Staus Joensen bjóđađi so fryntlig řllum at vera vćlkomin til konsertina. Hon er eitt virđiligt umbođ fyri konsertfelagiđ.

Karl Pills
Tónleikurin var merktur av fyrrra árhundrađ. Streymurin av anda úr hesi řld streymađi gjřgnum trompetina í ljóđfyltum ljóđi. Ja, úr fyrru řld, hóast tađ tykist so stutt síđani. Sjaldsama stykkiđ, Sonata fyri trompet og klaver, nam viđ eitt rúmligt ljóđ av Karl Pilss, sum livdi frá 1902 – 1979. Hugsađi beinanvegin, at hetta tónaskald rann sum skot upp úr tí dřkku mold eins og ein litfřgur blóma. Johan Hentze og Christopher málađu lřtuna í tónum. Karl Pilss var eisini málari og liggja ikki so fá verk eftir hann. Nýmótans tónleikur spinnur ikki altíđ ljóđiđ í harmoniskum akkordum, men andar í tómum vađagotum, sum gevur ein annan spenning. Ein ávísur tómleiki legst yvir líviđ í tónsetingini, og hetta ger, at spenningurin varđveitir sítt lív, hóast tađ andar t. d. í heíltónum, tómum kvintum og tertsum. Eins og í myndlistini er alt loyvt í tónleikinum, og tađ er tađ, sum ger, at nútíđar tónleikurin rósast millum kross og hosu í skerandi ljóđi, sum kanska ikki er so bráđvakur, og vit mugu leggja oyrađ til, fyri at nema henda tónleik. Men forvitnisligur er hann, og eingin ivi er um, at tađ er mennandi fyri tónlistafólk at spćla slíkan tónleik og fyri okkum, sum líđa á.

 
Fřrningurin.  
Tađ var forkunnugt at hoyra hetta ljóđ, tí var konsertin eitt sindur annarleiđis bćđi í sniđi og skapi. Vit eiga at leita fram at hesum girđingum og fáa fatur á hesum tónleiki. Tónleikurin eins og myndlistin avspegla samfelagiđ vit liva í, og tí rćđur um ikki bert at hava festi í gomlum klassiskum lřgum, men eisini spćla nýggjari klassiskan tónleik, sum gevur okkum innlit í nýggja hugsan og tankar, sum eru knýttir at hesum skaldskapi. Hetta var glřgt gjřrt av Johan Hentze og vinmanni hansara at leita til klettarnar viđ hesum fřrningi í hesi myrku tíđ. Ikki at tala um herviliga stormin, sum kom bóltandi úr Skarđinum og legđi sína máttmiklu hond yvir alt livandi henda dag, tí gjřrdist konsertin tess ljósari og litríkari. Johan stóđ so klófastur, helt um trompetina og lat storm vera storm – stormurin skalađi ikki lřtuna. Jóhan er listamađur – tađ blívur til list, tá iđ hann blćsur í lúđur sín.

Debussy
Konsertin var sett vćl saman í anda og tign úr fyrru řld. Ikki kunnu vit renna frá Pagodes av Debussy ( 1862 – 1918). Hesin ediligi tónlistamađur, sum hevur havt so sera stóra ávirkan á tónlistinia í nýggjari tí, fór á konservatoriđ bert sum 11 ára gamal í París. Fađir hansara hevđi ein kinesiskan handil (pagodu) og mamman var ein seymikona, um vit kunnu siga hetta soleiđis. Pagodes tónsetti Debussy eftir at hava hoyrt eitt Javanesiskt orkestur spćla. javanesiskan tónleik, sum er merktur av flótandi trummuljóđiđ og flćttađi hann hetta inn í hetta impressionistiska stykki, sum Christopher spćldi á flygliđ í Mentanarhúsinum. Hann gjřrdi ikki henda samanspuna verri - flćttan var sett saman í topp í nakkakulluni á Debussy. Sera vćl spćlt

Fanfara
Tađ eru ikki nógvar konsertir, iđ hava veriđ her á landi viđ einsćris trompetleikara. Djarvur er Jóhan, og ikki kunnu vit siga, at hann rekur upp í Andřvsíđuna, sum brýtur alt fyri sćr , men hansara fjalna lyndi letur tađ musiska og musiklaska eiga ljóđiđ í trompetini. Haldi hetta kom so stak vćl fram í Fanfaruna av Stanley Fridman, (f. 1951) amerikanskur trompetleikari og tónasmiđur.. Hetta var so sjaldsamur tónleikur, sum Jóhan átti í sínum hjarta og dugdi so vćl at bera fram úr sínum hugaheimi. Alt tađ, sum trompetin hevđi í sćr av ljóđi og eftirsjóđi, gav fanfaruni ein blástur, sum manađi stormin til jarđar, sum kom úr Skarđinum og skakađi alt livandi

Sjáldan hava vit hoyrt so mergjađ ljóđ úr eini trompet. Sjálvandi, trompetin hevur eina sál. Trompetsálin hjá Johan Hentze, plágast ikki av eigarmanni sínum í tí skapandi lřtuni. Hon fór út og inn í trompetina sum látandi stari viđ búđur sítt.

Hetta var ein góđ lřta, sum vit seint gloyma. Hugsi, at Friedman hevđi veriđ stoltur, um hann visti av, at ein unglingi, sum las tónleik í Glaskow ćttađur av Kambsdali, hřtti veđur og vind, legđi brim í sjó viđ einari fanfaru, sum Friedman sjálvur hevđi skrivađ.

Hetta var ein sjaldsama góđ konsert. Til lukku viđ tí!

Frits

Copyright :   Nordlysid.fo - Fríggjadagur 23. novembur 2007 - kl. 20:43

 

KONSERTFELAGIĐ  -  Postsmoga 1107  -  FO-110  Tórshavn  -  Tlf. (+298) 443259   -  t-postur

 

 

Myndir

 

Myndir frá konsertunum »

 

 

  KONSERTFELAGIĐ