Sø   FORSÍÐA    GRUNNUR VOLKER BEHRENS

 

Ársfrágreiðing 2006/2007

Virkisárið 2006 til mars 2007

 

Aftur í ár kunna vit gleðast um fleiri sera fjølbroytt og spennandi tiltøk og konsertir, sum Konsertfelagið hevur skipað fyri. Um tey í tali ikki vóru líka mong sum síðsta ár, so vóru tey sera áhugaverd og vóru sera væl móttikin.

Fyrsta titakið aftaná summarsteðgin var:

 

Oxana Lisowaja, bajan (russisk konsertharmonika)

 

Konsert      fríggjadag   22 .sept.  2006   kl.19.30  Menturnarhúsið í Fuglafjørð

Workshop  leyðardag   23. sept.   2006   kl. 14 – 17.00 í Læraraskúlahøllini í Tórshavn

Konsert      sunnudag    24.  sept.  2006  kl.16.00 í Norðurlandahúsinum

 

Viðmerking:

Konsertvitjan við harmonikusnillinginum Oxana Lisowaja úr St.Petersburg. Konsert-harmonikan hjá Oxanu hevur tónamessiga nógv størri møguleikar enn okkara kenda “handorgul.” Skrá hennara fevndi um kend klassisk løg, ungverskar dansir og russiskan fólkatónleik. Hon bergtók ein stóran áhoyrarflokk. Samarbeitt varð við Føroyska Harmonikafelagið til work-shop í Læraraskúlahøllina og bleiv hetta eitt sera væleydnað og inspirerandi upplivilsi. Umframt at hon spældi á skeiðnum sjálv og greiddi frá hennara bakgrund í Ruslandi, varð eisini høvið at spyrja og royna ymisk nýggj kynstir.

 

AgnarLamhauge, kontrabass/sang og Stamen Stanchev, klaver

 

Konsert  týsdag       14.nov. 2006   kl.19.30  í Christianskirkjuni í Klaksvík

Konsert  mikudag   15.nov. 2006   kl.19.30  í Skúlanum á Giljanesi

Konsert  hósdag      16.nov.  2006  kl. 19.30 í Býráðshøllini í Runavík

Konsert  fríggjadag 17.nov   2006  kl. 16.00 í Listasavni Føroya í Tórshavn

                                  

Viðmerkt:

Ikki oftan eru konsertir at hoyra, har ið kontrabassur er høvuðsljóðføri.

Agnar Lamhauge er upprunaliga útbúgvin innan jazztónleik, men hevur seinastu árini nomið klassiska útbúgving á Det Fynske Musikkonservatorium í Odense. Hann  “royndarkoyrdi” sína skrá til endaligu próvtøkuna og spældi hann hesa konsertrøð við 4 konsertum saman við Stamen Stanchev Stamen er í Føroyum eitt kent navn. Konsertirnar vóru sera spennandi, sett saman frá barokktónleiki til løg Agnar sjalvur hevur skrivað. Teir fingu eisini sera góða móttøku.

 

 

Jólamatiné 2006 í Dómkirkjuni

 

Martiné leygardag 16.des.2006 kl.11.30 í Dómkirkjuna

 

Viðmerkt:

Meira og meira nýta løtur við væl blandaðum, klassiskum tónleiki í Dómkirkjuni til at slappa av eina løtu í øllum jólastásinum.Gleðiligt at síggja so mong til hetta afturvendandi tiltak.

Hesaferð vóru við:

Oddvør Johansen,orgul, Tórshavnar Manskór stjórnað av Bjarna Restorff, Berghild Poulsen,sopran, Peter Niclasen,tenor, Bjarni Restorff og Árni Hansen,klaver, Jákup Lútzen,violin, Ólavur Jakobsen, Herluf Lútzen og Eyðun Mohr Hansen,gittar.

Jólarmartinéin byjrjar altíð kl.11.30 og varir uml. 3/4 tíma.

 

 

Elzbieta Wiedner-Zajac, klaver

 

Konsert  hósdag    15.febr 2006  kl.19.30 Mentanarhúsið í Fuglafirði

Master-class á Tórshavnar Musikkskúla 17. febr 2006  kl.14.00 til 16.30

Konsert sunnudag 18.febr 2006  kl.16.00  Norðurlandahúsið

 

Viðmerkt:

Jóhannes Andreasen fyri at takka, fingu vit at vita um polska Elzbieta Wiedner-Zajac sum hevur búsett seg í Wien. Jóhannes kennir hana frá tíðina hann sjálvur var í Wien, sum framúr góðan solist og kennara. Hetta fingu vit eisini prógvað bæði á konsertum og á masterclass, hon hevði við okkara framkomnu klavernæmingum. Konsertirnar vóru væl vitjaðar og áhugavert var at lýða á, hvussu inspirerandi hon lærdi frá sær, bæði musikalst og tekninskt.   

 

 

Ymiskt:

Konsertfelagið handaði í ár einki Legat.

 

Tvey tiltøk, sum nevndin í Konsertfelagið yvir longri tíð hevur arbeitt við, kundu ikki gjøgnumførast, tiltakið við Kaare Norge, gittar og “Den unge danske Sregekvartet” í okt /nov 2006.

 

Konsertfelagið hevur í summar stuðlað Angelika Nielsen og hennara strúkikvartett fíggjarliga. Hon stóð sjálv fyri konsertinum og skipaði fyri.

Konsertfelagið skal framyvir tryggja sær, tá ið vit eru partur av tiltøkum, at felagið verður nevnt í tíðindaskrivum og øðrum tilfari hesum viðvíkjandi.

Eisini skal sáttmáli skrivast í góðari tíð við øll, so undan slepst ósemjum um ymiskt. Hetta fer at vera dýrari fyri hvørt tiltak, men fer at gera tað meira arbeiðsligt hjá nevndarlimum, ið taka sær av tiltakinum.

 

Við gleðast um at heimasíðan er komin.Her finnst alt sum felagið stendur fyri, ... konsertir, Grunnur Behrens,stuðlar etc. Eisini ber til at tekna seg sum lim á heimasíðuni.  Møguleiki er at avtala við bankan um  eina fasta flyting fyri ársgjaldið.

 

Konsertfelagið er sera takksom fyri stuðulin sum er játtað frá Atlantic-Airways um lagaligt gjald fyri ferðing til konsetfvitjanirnar.

 

Tiltøk nevnd Konsertfelagsins er við at fyrireika:

 

1)          Trio Embla og  Stefano Vasselli  í mai 2007

2)          Sellovitjan við Michaela Fukacova 3.- 6. september 2007

3)          Biedermeier-Trio oktober 2007

4)          Johan Hentze, trompetleikara 11. november 2007 í Nlh og Fuglafjørð

5)          Àrliga Jólamartinéin í desember 2007

6)          Operatiltak við Ernst S. Dalsgarð primo 2008

  

Konsertfelagið takkar øllum hjartaliga, sum standa aftanfyri okkara arbeiði at fáa kamarmusikkonsertir kring landið. Vit takka øllum sum gera okkara arbeiði møguligt við at stuðla okkum fíggjarliga og eisini øllum, sum geva eina hjálpandi hond við øllum tí praktiska viðvíkjandi tiltøkum.

Vit gleða okkum yvir jaligu møttukuna og  vóna at síggja nógvar nøgdar áhoyrarar til tiltøk Konsertfelagsins. 

 

Vegna nevndina

 

Monika Stauss Joensen,forkvinna

Peder Riis-Jensen,næstformaður

Àrni Hansen,kassameistari

Christian Andreasen,skrivari

Òlavur Jakobsen,nevndarlimur

Poul Jákup Thomsen,nevndarlimur 

KONSERTFELAGIР -  Postsmoga 1107  -  FO-110  Tórshavn  -  Tlf. (+298) 443259   -  t-postur

 

 

Myndir

 

 

Oxana Lisowaja

 

 

 

Agnar Lamhauge

Stamen Stanchev

 

Elzbieta Wiedner-Zajac

  KONSERTFELAGIÐ