|
Um Konsertfelagið

Virkisárið 2005 til mars 2006
Konsertfelagið kann hyggja aftur á eitt sera spennandi og hendingarríkt virkisisár, við fjølbroyttum konserttiltøkum.
Michala Petri, Blokkfloytu og Lars Hannibal, Gittar
Konsert leygardag 15. jan Kl. 16.00 í Læraraskúlahøllini í Havn
Konsert sunnudag 16. jan. Kl. 16.00 í Ósáskúlanum í Klaksvík
Viðmerkt: Fløgur vórðu lagdar í kioskir og handlar í Klaksvík, so klassiskur tónleikur eisini kemur í heimini á henda hátt. Fleiri fløgur vórðu eisini seldar í samband við konsertina. Tiltøkini vóru sera væl vitjað og í tí stóra og heila; enn ein spennandi og kærkomin vitjan. Gott og jaligt ummæli var í Norðlýsinum.
Øssur Bæk, violin og Jóhannes Andreasen, klaver
Konsert hóskvøld 17. feb. Kl. 20.00 í Mentanarhúsinum í Fuglafjørð
Konsert leygardag 19. feb. Kl.16.00 í Læraraskúlahøllini í Havn
Viðmerkt : Ein serstøk uppliving, at hoyra eitt so kent og krevjandi verk sum Kreutzer-sonatuna, framført í Føroyum. Konsertirnar vóru væl vitjaðar, serstakliga tann í Havn hevði nógvar áhoyrarar.
Kim Sjørgren, violin og tiltak í Samband við 25 ára hald Konsertfelagsins
Meistaraskeið fríggjadag 8. apríl Kl. 18.00 í Klingruni í Norðurlandahúsinum
Konsert leygardag 9. apríl Kl. 19.00 í Òsaskúlanum í Klaksvík, saman við 17 Sangarum
Konsert sunnudag 10. apríl Kl. 16.00 í Norðurlandahúsinum.
Viðmerkt : Masterskeiðið við framkomnan næmingum var væl vitjað og fingu tey sera
inspirerandi hjálp og undirvísing av meistaranum.
Á konsertini í Klaksvík luttóku 17 Sangararar við forkunnugari sangskrá, við tilhoyrandi myndum.
Í samband við 25-ára hald Konsertfelagsins, varð boðið til hátíðarløtu. Tórshavnar Býráð handaði blómur og ynskti gott samstarv við Konsertfelagið. Varaborgarstjórin helt eina sera góða røðu. Eisini varð høvi at fáa sær ein góðan bita og okkurt leskiligt afturvið. Á hátíðarløtuni vóru limir felagsins og stuðlar. Konsertin í Havn varð sera væl vitjað.
Ragnar Olsen, Gittar
Konsert hósdag 14. apríl Kl.19.00 í Kirkjuni í Skopun
Konsert sunnudag 17. apríl Kl.19.00 í Stóra Pakkhúsið í Vági
Konsert leygardag 20. mai Kl.16.00 í Listaskálanum
Viðmerkt : Konsertfelagið hjálpti Ragnari við tíðindaskrivum, uppsløgum, umsóknum og vegleiðing í hesi verkætlanini.
Serstakliga konsertin í Skopun var væl vitjað og varð Ragnar stórliga fagnaður har. Brot úr konsertini vórðu send hjá Elisi Poulsen í ÚF stutt eftir. Konsertin í Vági var ikki væl vitjað. Konsertin í Mykinessalinum á Listasavninum var stórliga fagnað av stóru áhoyrarafjøldini.
Konsertfelagið ynskir unga, evnaríka guitarleikaranum góða eydnu á víðari yrkisleið.
Elisabeth Westerholz, klaver og Toke Lund-Christiansen, floyta
Heiðurskonsert fyri Eyvind Mohr, sála, leygardag 27. aug. í Læraraskúlahøllina, har ið Elisabeth framførdi Diabelli-variatíonirnar eftir Beethoven.
Meistararskeið við Toke fríggjadag og leygardag 26. og 27. aug. á Musikkskúlanum.
Konsert við næmingum á masterskeiðnum sunnudag 28.aug. í Læraraskúlahøllini
Konsert við Elisabeth og Toke mikudagin 31.aug. í Læraraskúlahøllini
Viðmerkt: Eftir konsertina hjá Elisabeth, bjóðaði Tórshavnar Kommuna til hugnaliga
samvera við familjuni hjá Eyvind Mohr, sála.
Eitt stórfingið tiltak. Meistararskeið og konsertir fingu góða undirtøku og vóru væl vitjaði.
Blásarakvintett Reykjavíkur
Konsert týsdag 4. okt. kl.19.00 í Norðurlandahúsinum.
Konsert hósdag 6. okt. kl. 19.00 í Listaskálanum ”KINKVI” vóru við
Viðmerkt: Í Reykjavíkar Blásarakvintettini spæla Bernharður Wilkinson, floytu, Daði
Kolbeinsson, obo, Einar Jóhannesson, klarinett, Hafstein Guðmundsson, fagott og Jóseph Ognibene, horn. Sama Blásarakvintettin luttók sunnudagin á Heystkonsertina hjá FSO.
À konsertina í Listaskálanum luttók eisini føroyska blásarikvintettin KINKVI.
Ì hesi kvintettini eru : Andrea Heinriksdóttir, floytu, Kári Bæk, obo, Peder Riis-Jensen, klarinett, Christina Andersen, fagott og Kjell Orseth, horn
Konsertfelagið skipaði fyri hesi vitjanini í samtarv víð Norðurlandhúsið, Føroya Symfoniorkestur, Listasavnið og Tórshavnar Musikkskúla.
Eitt rúgvismikið tiltak, og sera væl móttikið av fólki. Serstakliga skúlakonsertin á Musikkskúlanum fer neyvan nakar næmingur at gloyma.
Jólamatiné í Dómkirkjuni
Leygardag 17. desember
Viðmerkt : Við á árliga Jólamatinéini vóru: Oddvør Johansen, orgul, Tórshavnar Manskór
við Bjarni Restorff sum leiðara, Berghild Poulsen, solistur. Àrni Hansen hevði klaverfylgispælið, Strúkiorkestur Tórshavnar Musikkskúla framførdi undir leiðslu Bernharði Wikinson. Blásarakvintettin Kinkve luttók eisini.
Hetta er afturvendandi tiltak ið er jaligt og við góðum responsi frá fólki. Ì tí stravnu og stressaðu jólastákanini, er tað ein lisa, at seta seg at lurta eftir góðum, blandaðum klassiskum tónleiki.
Klavertrio Jóhannes Andreasen,klaver, Sámal Petersen ,violin. Tóri Restorff Jacobsen,sello
Konsert hósdag 26. jan. Kl. 19.30 í Fríðríkskirkjuna á Toftum
Konsert leygardag 28. jan Kl. 16.00 í Læraraskúlahøllina í Havn
Viðmerkt: Serliga áhugaverd vóru tvey verk eftir Dimitri Shostakovich.
Persónligu hugleiðingarnar hjálptu til at skilja verkini. Tað fyrra eitt ungdómsverk eftir Shostakovich, tað seinni skrivað undir sera strongdum umstøðum, undir seinni heimbardaga. Hóast hetta, so sera fylt við lívsgleði. Føðingardagsbarnið Mozart var eisini á skránni.
Á Toftum var fitt av fólki, meðan fleiri í Havn áttu at havt høvið at hoyrt hesa sera væl úr hondum greiddu konsert.
Konsertfelagið handaði í ár einki Legat.
Vegna nevndina
Monika Stauss Joensen,forkvinna
Òlavur Jakobsen, næstformaður
Àrni Hansen, kassameistari
Christian Andreasen, skrivari
Poul Jákup Thomsen, nevndarlimur
Peder Riis-Jensen, nevndarlimur

KONSERTFELAGIÐ - Postsmoga 1107 - FO-110 Tórshavn - Tlf. (+298) 443259 - t-postur |