Duo Stimmhorn

 

Tónar frá Sveisisku Alpunum við nútíðar íblástri.

 

Christian Zehnder:

Sangur, yvirtónasangur, jodl, bandoneon, bandurria, orgulpípur.

Føddur í Zürich 1961. Býr og arbeiðir í Basel. Frá guitarstudium skifti hann yvir til sang og er útbúgvin sangpedagogur. Studeraði víðari yvirtónasang hjá japanska læraranum Tokne Nonaka. Arbeiðir sum sjónleikari/musikari við teatur og sangi til ymsar tónlistarligar framførslur.

 

Balthasar Streiff:

Alphorn, dupultalphorn, alpofon, büchel, kornet, barokktrompet, tuba, geitahorn, sangur.

Føddur í Baden 1963, býr í Basel. Fekk undirvísing í trompetspæli og sangi við Jazzskúlan í Luzern, skifti seinni til Hochschule für Gestaltung í Basel, har hann fekk útbúgving sum myndahøggari.

 

 

 

1996 hevði Duo Stimmhorn sína fyrstu framførslu. Tað eru teir Christian Zehnder og Balthasar Streiff, sum við alphorn og sangi/jodli framførdu tónleik, har tað forna og upprunaliga var blandað saman við nútíðartónleik á ein serligan hátt.

Teir syngja/jodla og nýta nógv ymsik ljóðføri, men tó serliga alphorn, ið serliga er kent í Sveisisku Alpunum. Tað er eitt træhorn, upprunaliga gjørt av grann, sum bognar av trýstinum frá kavanum, ímeðan tað veksur,. “Büchel” er ein minni útgáva av alphorni og ”Alpofon” er ein uppfinning hjá Balthasar Streiff.

Náttúrtrompetur og horn eru konisk blástursljóðføri, sum ikki hava nakrar ventilar ella hol. Tey verða fyri tað mesta gjørd av træ, horni ella metalli.

Til yvirtónasang verður ein serligur teknikkur nýttur. Til ber at syngja upp til 14 yvirtónar frá einum einstøkum grundtóna. Tann, sum fær kontroll á hesum, ofta sera skjóttgangandi tónum, kann syngja í fleiri stemmum.

 

Duo Stimmhorn hevur luttikið á jazz- og teaterfestivalum, klassiskum konsertum, verið við til framførslur av sjónleikum og operum og øðrum listagreinum og fingið sera góð ummæli. Teir eru ikki bundnir av nøkrum ávísum stíli, men arbeiða bæði við gomlum kendum og nýggjum ókendum klangum. Teir hava bæði vunnið virðislønir og eisini er nógvur tónleikur skrivaður til teir.

 

Konsertirnar hjá Duo Stimmhorn verða hesar:

Í Mentanarhúsinum í Fuglafirði  tann 14. mai kl. 20.00

Í Norðurlandahúsinum tann 16. mai kl. 16.00