|

Grunnur Volker Behrens
Volker Immanuel Behrens kom sum ein hvirluvindur inn í føroyska tónlistaumhvørvið.
Hann tók saman við øðrum stig til at stovna Konsertfelagið í 1979 og var felagið íbirtari til mangt eitt tónleikatiltak.
Volker var sjálvur sera dugnaligur sangari, málari, fyriskipari, ja, evnini hevði hann mong og var hann heilur allastaðni har ið hann var.
Legatið var sett á stovn við deyða Volkers í 1984.
Volker Behrens Legatið varð fyrstu ferð handað í 1986.
Legatið hevur verið handað ymiskum ungum evnaríkum tónleikarum. Fleiri av hesum eru í dag at rokna sum okkara fremstu innan síni øki.
Nevndin í Konsertfelagnum avgerð nær stuðulsfæ verður latið.
Tað ber ikki til at søkja um stuðul úr Grunninum.
Móttakarar:
Jóhannes Andreasen
Ernst Sondum Dalsgarð
Sámal Petersen
Anna Elisabeth Klett
Ólavur Jakobsen
Sunleif Rasmussen
Andrea Heindriksdóttir
Marita av Steinum
Elsa Súsanna Dalsgaard
Búi Petersen
Berghild Poulsen
Rúni Brattaberg
Andras Olsen
|